Sorinskrivarin í Føroyum
Útgivið
28. september 2026
Útgongur
30. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lestrarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Føroya Rættur søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum løgfrøðilesandi at byrja skjótast til ber. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 6 mánaðir, men vit vænta, at setanin kann leingjast.

Um Føroya Rætt

Føroya Rættur heldur til í miðbýnum í Havn og hoyrir undir Eystara Landsrættardømi. Rættarmálið er bæði føroyskt og danskt. Í løtuni starvast ein sorinskrivari, ein dómari, tveir rættarassessorar, tveir dómarafulltrúar, 18 skrivstovufólk og ein næmingur í rættinum.

Vit bjóða tær

Eitt spennandi og fakliga avbjóðandi lestrarstarv við fjølbroyttum og ábyrgdarfullum arbeiðsuppgávum. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og at fáa innlit í arbeiðið hjá rættinum og tey ymisku málsøkini.

Tú fert at arbeiða við uppgávum í øllum deildum hjá rættinum og verður partur av einum arbeiðsplássi, har vit leggja dent á gott samstarv, góðan starvsfelagsskap og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vikuliga arbeiðstíðin verður avtalað eftir tørvi og kann tillagast lesnaðinum. Vanliga verður talan um í miðal 8–15 arbeiðstímar um vikuna. Vit eru lagalig í sambandi við próvtøkur og frítíð. Møguligt er at arbeiða fleiri tímar eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • at menna vitanar- og dómssavnið hjá rættinum
  • løgfrøðiliga fyrireiking av málum
  • at skriva løgfrøðilig upprit
  • at hava ábyrgd av at dulnevna og almannakunngera dómar á heimasíðuni hjá rættinum.

Vit vænta, at tú

  • hevur góðar fakligar og ástøðiligar førleikar
  • dugir væl at orða teg bæði skrivliga og munnliga
  • ert ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og álítandi
  • hevur gott lag og góð samstarvsevni
  • hevur góðar KT-førleikar
  • hevur staðið 1. árið á bachelorútbúgvingini í løgfrøði og hevur í minsta lagi 1 ár eftir av lesnaðinum.

Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt í skrift og talu og hevur innlit í føroyska lóggávu, føroysk samfelagsviðurskifti og føroyska mentan. Hetta er tó ikki ein treyt fyri at søkja starvið.

Løn og setanartreytir

Sum lesandi í starvi verður tú sett/ur við Føroya Rætti sum setanarøki.

Løn og setanartreytir eru sambært felagssáttmálanum millum danska Fíggjarmálaráðið og OAO og organisatiónsavtaluni fyri skrivstovufólk v. fl. herundir § 35 í avtaluni um setan av lesandi (HK).

Vilt tú vita meira?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við dómarafulltrúa Ivalu í Ólavsstovu á tlf. +298 31 10 03, um tú vilt vita meira um starvið ella setanartreytirnar.

Tú kanst eisini lesa meira um Føroya Rætt á heimasíðuni hjá rættinum www.domstol.dk/faeroeerne.

Umsókn

Send umsóknina til post@sorinskrivarin.fo.

Saman við umsóknini skalt tú senda lívsrensl (CV), prógv við próvtølum og møgulig viðmæli.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2026.

Vit mæla øllum, sum hava áhuga og eru skikkað, til at søkja starvið uttan mun til persónlig viðurskifti sum aldur, kyn, rasa, etniskan uppruna o.a.

Líknandi størv

28. september 2026
28. september 2026
28. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið