Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
25. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Starv sum námsfrøðingur á Kristianslon er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Námsfrøðingurin vísir til deildarleiðaran. Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, demensdeildin Kristianslon, dag- og kvøldtilboðið Tjarnarlon og kommunala demenssamskipanin eru partur av deplinum.

Demensdepilin lat upp í 2021. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Kristianslon er ein deild til búfólk við sjúkuni demens. Á deildini búgva 12 búfólk umframt 5 stutttíðarpláss. Á Kristianslon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Tú verður ein virkin partur av virkseminum á deildini, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at deildin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persóns sentreraða umsorgan.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145063

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið