Lýsing
Námsfrøðiligur stuðil til Frítíðarskúlan við Stórá.
Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðlum, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 16. August 2021. Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.
Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum.
Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn.
• Størvini eru 20 til 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
• Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
• Er áhugaður at arbeiða við børnum, við serligum tørvi
• Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
• Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
• Fyrireikingartíð og tíð til eftirmeting
• Toymisarbeiði
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi Sunnudagin 25. Juli 2021.
Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her: https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/c3p64t/fos/namsfroiligur-stuil
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630