Katrina Christiansen
Útgivið
24. april 2026
Útgongur
10. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært

Lýsing

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr góða tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum akkurát nakað fyri teg!

Vit sóknast eftir tænarum til okkara livandi matstova at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða
Eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag. Vit bjóða tær inn í eitt toymi við dugnaligum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. Tú fært góða upplæring og fittar og dugnaligar starvsfelagar. Starvið riggar væl at hava við síðurnar av lesnaði.

Vit vænta, at tú

  • trívist ímillum fólk og hevur eitt smílandi lyndi, eisini tá nógv er at gera
  • ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Freistin at søkja starvið er 10. mai 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Pernille Nielsen, matstovuleiðara á tel. 27 43 94.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið