FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Útgivið
16. september 2022
Útgongur
7. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Megnar tú at leiða gransking og útbúgving á altjóða stigi? At standa á odda fyri 1000 lesandi, 25 útbúgvingum og 160 starvsfólkum á fimm deildum og í eini miðfyrisiting? Stendur tú á sterkum vísindaligum grundvølli?

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir rektara við drúgvum leiðsluroyndum og neyvum kunnleika til granskingar- og útbúgvingarøkið í Føroyum. Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina við trimum árum afturat.

Fróðskaparsetrið er í løtuni á einum sera spennandi menningarstigi, nú málini í strategiætlanini, Mál og mið 2020-2022, eru um at vera rokkin. Fróðskaparsetrið verður nú eftirmett av einum altjóða toymi, sum fer at koma við tilmælum um tey næstu menningarstigini á leiðini. Framstig eru gjørd viðvíkjandi menning av einum nýggjum og samanhangandi kampussi mitt í Havn.

Við tilvísing til stýrið fært tú dagligu leiðsluna av Fróðskaparsetrinum um hendur og skalt orða nýggja strategiætlan. Tú hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin lýkur sínar lógarásettu skyldur at varðveita og framhaldandi menna gransking og hægri útbúgving á altjóða stigi við tí endamáli at svara nýggjum og komandi tørvum í føroyska samfelagnum og í føroyska nærumhvørvinum annars. Harumframt verður tað tín uppgáva sum rektari at standa á odda fyri at styrkja um støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepil í Norðuratlantshavi.

FØRLEIKAR
Stýrið fer í eini heildarmeting av umsøkjarunum at leggja dent á hesi viðurskifti:

  • Tú hevur leiðsluroyndir og hollan kunnleika til vísindaliga granskingar- og útbúgvingarøkið.
  • Tú hevur góðar visjónir, hollar strategiskar leiðsluførleikar og dugir at fremja ætlanir í verki og áhaldandi at eftirmeta tær.
  • Tú dugir sera væl at orða teg og hevur framúr evni at samskifta. Ynskiligt er, at tú hevur málsligar førleikar á hægsta stigi á føroyskum, enskum, umframt einum av skandinavisku málunum.
  • Tú hevur góða mentanarliga og demokratiska fatan og hevur skil fyri politikki, samfelagi og almennari fyrisiting, eins og førleikar til gott samskifti og samstarv við uttanhýsis áhugapartar (so sum landsmyndugleikar, kommunur og privata geiran) við tí endamáli at stuðla menningini av Fróðskaparsetrinum.
  • Tú ert eitt álitisfólk við hollum integriteti og loyaliteti.
  • Tú hevur haldgóða vísindaliga bakgrund og undirvísingar- og granskingarroyndir frá universiteti.
  • Tú verjir granskingarfrælsið og vísindaliga siðalæru.

SETANARTREYTIR
Starvið verður lønt samsvarandi 39. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønin er 15%. Harafturat er ein viðbót fyri áramálssett starv, sum tó ikki er eftirlønargevandi.

UMSÓKN OG FREIST
Umsóknarfreistin er 7. oktobur 2022 kl. 12.00. Rektarin skal byrja í starvinum 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt, og starvið er tíðaravmarkað í fimm ár til 31. desember 2027 við møguleika fyri at leingja setanina við trimum árum.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Ólav Ellefsen, stýrisformann, Fróðskaparsetur Føroya, tel. 556600. T-postadressa: olavurellefsen@setur.fo.

Ein umsóknarpakki við neyvari uppgávulýsing, vangamynd, strategiætlan og øðrum fæst við at skriva til umsokn@setur.fo. Umsókn við útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast talgilt til umsokn@setur.fo. Viðgerð av fyrispurningum og umsóknum er í trúnaði.

 

Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 160 starvsfólk.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.

Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Starvsfólk til Touché   Faroe Islands nýtt
30. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið