Kommunulæknaviðtalan v/Birna Hansen
Útgivið
19. oktober 2026
Útgongur
2. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Fast starv, Faklært
T-post
Birnih@kl.fo
Heimasíða

Lýsing

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til kommunulæknaviðtalu í Hoyvík at byrja skjótast til ber.

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum er m.a.:

  • Visitatión, bæði umvegis telefon og heimasíðu
  • Sjálvstøðugar viðtalur so sum kronikarakontrol, barnakanningar, koppsetingar og tílíkt
  • Ymiskar kanningar so sum EKG, spirometri, CRP og urinstix
  • Móttøku- og skrivarauppgávur, uppgávur ísv. rakstur av viðtaluni og fyrifallandi uppgávur í samráð við kommunulæknan

Um teg
Títt arbeiðslag er myndað av høgari fakligheit og tænastustøði. Tú trívist við fleiri bóltum í luftini í senn, ert proaktiv/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú er løggildigur sjúkrarøktarfrøðingur, tó er ikki neyðugt við royndum frá kommunulæknaviðtalu.

Grundleggjandi telduførleikar er ein treyt, og royndir við Cosmic er ein fyrimunur.

Upplæring verður eftir tørvi.

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til Birnih@kl.fo ella fjola@kl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er 2. November 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið