Lýsing
Søkt verður eftir køksfólki til Røktarheimið á Mørkini og Heimið á Grønanesi.
Talan er um gevandi starv, har tú arbeiðir við føðslu til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum, m.a. dysfagi. Tú verður upplærd/ur í mannagongdum í køkinum og arbeiðir í toymi saman við øðrum køksfólki.
Starvsbrøkur
- Starvsbrøkur 0,5 – svarandi til 20 tímar um vikuna.
- Starvsbrøkur 0,375 – svarandi til 15 tímar um vikuna.
Arbeiðsstaður
- Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi – 20 tímar um vikuna.
- Heimið á Grønanesi í Vestmanna – 15 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávur
- At gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat.
- At halda køkin reinan.
- At skapa trivnað fyri búfólk og starvsfólk við bæði søtum og sunnum mati.
Førleikar
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- Megnar at fylgja arbeiðs- og mannagongdum.
- Viðvirkar til eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða
- Góðar karmar.
- Góða innleiðslu.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Møguleika fyri førleikamenning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til:
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Birita B. Iversen, deildarleiðari á Mørkini, tlf. 793251 ella biritai@veks.fo
- Sunrid á Borg, deildarleiðari á Grønanesi, tlf. 217479 ella sunridab@veks.fo
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.