
Lýsing
Hevur tú miðnámsútbúgving ella fært tú prógv í summar og ynskir at sleppa í skrivstovulæru?
So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Roknskaparfelagið søkir eftir tveimum ungum, dugnaligum og fryntligum starvsfelagum at byrja sum skrivstovunæmingar við sergrein í grannskoðan.
Starvið
Arbeiðið fevnir um bókhald, mvg., skatt, skrivstovuhald og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Í lærutíðini skalt tú taka nøkur skeið innan grannskoðarayrkið á Aarhus Business College. Lærutíðin er tvey ár.
Tínir førleikar
Kravið er, at tú hevur miðnámsprógv ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.
Vit bjóða
Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Tá ið tín skrivstovuútbúgving er liðug, fært tú møguleika at lesa víðari til HD í roknskapi, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum.
Eftir ætlan verður starvið sett 1. oktober 2023.
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, á tlf. 309400 ella við teldubrævi til olaf@roknskap.fo.
Umsóknarfreist: 22. Juni 2023
Um okkum
Roknskaparfelagið er ein fyritøka í støðugari menning og vøkstri. Í dag starvast 13 fólk dagliga á skrivstovuni og veitir felagið tænastur til eina røð av kundum, sum hava áhugamál bæði í Føroyum og uttanlands.
Okkara endamál er at veita dygdargóðar tænastur innan grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg., skatt, ráðgeving og aðrar tilknýttar uppgávur. Vit leggja stóran dent á fakliga góðsku og tætt samskifti við kundan.