Tórshavnar kommuna
Útgivið
6. maj 2026
Útgongur
20. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Heimarastova á Lágargarði sóknast eftir trimum starvsfólkum

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heimarastova er ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum. Á Heimarastovu stremba vit eftir høgum fakligum støði, einum heimligum umhvørvi og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Undir dagligari leiðslu av deildarleiðara og varadeildarleiðara, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar, kemur tú at starvast saman við øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

6. maj 2026
Hug at gerast tryggingarnæmingur?   Faroe Islands nýtt
6. maj 2026
6. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið