Lýsing
Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja sum skjótast. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna.
Um starvið
Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Hvørt ár ferðast smá 400.000 fólk um flogvøllin í Vágum, og tí hevur tað týdning, at tær dámar væl at koma í samband við nógv ymisk fólk, umframt at tú ert og sært virðið í at vera tænastusinnað/ur og fyrikomandi. Sum persónur ert tú ágrýtin og til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur. Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga.