Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. maj 2024
Útgongur
9. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum ábyrgdarfullum og arbeiðssomum starvsfólkum til setan skjótast gjørligt.

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.

Arbeiðstíð:
Annað starvið er á starvsbrøki 1,0. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar kl 7.30 til kl 15.30, kvøld- og vikuskiftisvaktir kunna koma fyri.

Hitt starvið er á starvsbrøki 0,8. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar kl 8.00 til kl 14.00, kvøld- og vikuskiftisvaktir kunna koma fyri.

Persónligir eginleikar:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert fyrikomandi og røkin
  • tú hevur teldukunnleika
  • tolir broytingar í starvinum

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Vit bjóða:
felags innleiðsla fyri starvsfólkum

upplæring á staðnum

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til May Dahl Wildstrup, dagligur leiðari, telefon 304764 ella maywi@ls.fo

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 9. juni 2024

Vinaliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið