Nánd-Heimatænastan
Lýsing
Brennir tú fyri demensøkinum, so er eitt spennandi starv leyst at søkja í Nánd.
Vit søkja eftir starvsfólki til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði til starvsbyrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 9-16. Starvið er á brøk 0,6 svarandi til í miðal 24 tímar um vikuna.
Endamálið við tilboðnum í Doktarahúsinum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi. Á dagtilhaldinum starvast sjúkrarøktarfrøðingur við demenssamskiparaútbúgving, heilsuhjálpari og hjálparfólk.
Sí lýsing her