Viðareiðis Kommuna
Útgivið
6. maj 2026
Útgongur
19. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Viðareiðis kommuna søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi umsjónarfólkum at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt fulttíðarstarv og eitt farloyvisstarv eitt ár fram.

Vit bjóða:
Áhugaverd størv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av kommunalum bygningum, gøtuljósum og vegum, útbygging av spillvatnsætlan, umsiting og viðlíkahald av vatnskipan, salting, skráseting av leiðingum í ArcGis og annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:
Tey, ið sett verða, skulu helst hava eina handverkaraútbúgving ella royndir innan økið. Harumframt er tað ein treyt at hava koyrikort til persónbil. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.

Har afturat vænta vit:

  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur
  • Ert fyrikomandi, fleksibul, røkin og ruddiligur

Lønin verður sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi fakfelag

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum, skulu sendast til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 19. mai.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á tlf 231090

Líknandi størv

6. maj 2026
Hug at gerast tryggingarnæmingur?   Faroe Islands nýtt
6. maj 2026
6. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið