Lýsing
Um starvið
Strandfaraskip Landsins søkir eftir tveimum ágrýtnum og álítandi persónum til
spennandi starv sum vaktarfólk umborð á Ternuni og Teistanum. Talan er um føst,
fulltíðarstørv, at byrja skjótast gjørligt.
Sum vaktarfólk arbeiðir tú við tilvísing til skipsleiðsluna. Arbeiðsdagurin byrjar eftir at skipið hevur lagt at kai, síðsta túr á degnum.
Arbeiðstíðin er ein vika til arbeiðis og eina viku frí.
Høvuðsuppgávur sum vaktarfólk, eru at:
- Ganga brandvakt um náttina, og tryggja, at alt er sum tað skal, serliga við atliti til eld.
- Tryggja, at trossarnir eru táttir og standa, sum teir eiga.
- Tryggja, at óviðkomandi ikki koma umborð.
- Verða við til at fyrireika fyrsta túrin á degnum.
- Hjálpa til við at rudda og vaska á manningarøkinum.
- Loysa aðrar arbeiðsuppgávur sum fyriskipað er av skipsleiðsluni.
Formlig krøv
- at tú ert tænastursinnað/ur
- at tú ert álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
- at tú ert íðin og røkin
- Kennir til góðan sjómansskap
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Føroyara Arbeiðsgevarafelag og Føroyara Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreistin er 6. Mai 2026.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ólavur Bech, manningarsamskipara, á tlf +298 293016 ella olb@ssl.fo.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaog farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.