Tórshavnar kommuna
Útgivið
6. marts 2026
Útgongur
17. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú sum námsfrøðingur hug og dirvið at arbeiða við leiðslu, har tú fært møguleikan at ávirka tað námsfrøðiliga innihaldið á stovninum?

Hevur tað tín áhuga, at gera mun baði millum børn,og starvsfelagar?

Um tú leggur stóran dent á gott samstarv, at arbeiða við langtíðar ætlanum og at skapa ein góðan gerandisdag fyri tínir starvsfelagar, børnini á stovninum, teirra foreldur og stovnsleiðaran, so er tað júst tær vit leita eftir. Vit skimast eftir fakliga og væl grundaðum, relationellum sterkum fólkið við góðari orku og smittandi arbeiðsgleði.

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum varaleiðara at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2026 ella skjótast gjørligt eftir avtalu. Tú kemur eisini sum námsfrøðingur at verða knýtt/ur at barnagarðsstovu við 17 børnum og trimum øðrum starvsfólkum.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið