Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir dygdarmennara til dagstovnaøkið at byrja 1. juni 2026.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini ment eitt nýtt virksemi við dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.
Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, ið virka eftir dagstovnalógini. Dygdarmenningararbeiðið byggir á eygleiðingar av námsfrøðiligu tænastuni, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti (m.a. KIDS) og í samskifti við stovn og leiðslu.
Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum ganga fyri seg úti á og saman við einstøku dagstovnunum.
Dygdarmennarin er partur av einum fakligum toymi á Barna- og ungdómsdeildini, sum veitir dagstovnunum námsfrøðiliga ráðgeving og dygdarmenning. Í námsfrøðiliga toyminum starvast 4 námsfrøðiligir ráðgevar og 3 dygdarmennarar umframt leiðari.