Lýsing
Vága Floghavn søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til eitt spennandi og fjølbroytt starv á flogvøllinum.
Hetta er ein serstakur møguleiki at gerast partur av einum arbeiðsplássi, sum sjáldan lýsir hesa starvsgrein leysa. Tú verður partur av fakliga sterka toyminum, sum hevur ábyrgd av at tryggja, at tøkniligu skipanirnar á flogvøllinum altíð virka sum tær skulu, bæði á landi og loftvegis.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Tín leiklutur
Tú kemur at arbeiða við rakstri, viðlíkahaldi og menning av týðandi tøkniligum installatiónum og skipanum. Hetta fevnir millum annað um flogvallarljós, innflúgvingarljós, neyðstreymsanlegg, HVS-skipanir, viðførisskipanir og aðra útgerð, sum hevur avgerandi týdning fyri trygd og dagliga raksturin á flogvøllinum.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og geva góðar møguleikar at brúka og menna tínar fakligu førleikar í einum umhvørvi, har krøv verða sett til góðsku, trygd og álítandi rakstur.
Krøv til útbúgving og førleikar
Vit leita eftir tær, sum
- hevur útbúgving sum maskinmeistari, elektrikari ella aðra viðkomandi tøkniliga útbúgving
- hevur góðkenning sum el-innleggjari ella útbúgving, sum kann geva góðkenningina
- trívist við ábyrgd og sjálvstøðugum arbeiði
- hevur góð samstarvsevni og virðir gott toymisarbeiði
- hevur koyrikort
- hevur neyðugt forvitni og áræði at fylgja við tøkniligu menningini og at seta teg inn í nýggjar skipanir innan flogvallarøki, sum kunnu verða gagnligar fyri Vága Floghavn
Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur góðar KT-førleikar og royndir við tøkniligum rakstrarskipanum.
Ágóðar við starvinum
Vit bjóða
Hjá Vága Floghavn fært tú meira enn eitt vanligt arbeiði. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, trygd og trivnaður ganga hond í hond.
Vit bjóða:
- eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv
- góðar møguleikar fyri fakligari menning
- eitt sterkt og hjálpsamt arbeiðstoymi
- fasta løn sambært avtalu
- heilsutrygging, matarskipan og aðrar starvsfólkaágóðar
Arbeiðstíð og setan
Arbeiðstíðin er vanliga mánadag til fríggjadag kl. 08.00 til 16.00. Í sambandi við átrokandi rakstraruppgávur kann arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð koma fyri.
Treyt fyri setan er rein revsiváttan og neyðugar trygdargóðkenningar til arbeiði á flogvallarøkinum.
Fleiri upplýsingar og umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:
- Jákup Egholm Hansen, tlf. 78 44 01
- Leo-Hans Mikkelsen, verkmeistari, tlf. 78 44 82
Umsóknarfreistin er 9. september 2026 á midnátt og tú søkir starvið HER
Samrøður verða hildnar so hvørt, og vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.