Ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna
Útgivið
8. oktober 2026
Útgongur
1. november 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna søkir eftir einum námsfrøðiligum starvsfólki til eina tíðaravmarkaða starvssetan á 30 tímar um vikuna, skjótast til ber og fram til 18. desember 2026.

Vit arbeiða við námsfrøðiligum ítrótti og rørslugleði, har spælið, rørslan og felagsskapurin eru í miðdeplinum.

Dagstovnuøkið er staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi ovast í Vestmanna, við stuttari leið til fjørðin, fjallið og Viðarlundina. Her eru framúr møguleikar fyri virknum upplivingum bæði inni og úti.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur hug og orku at vera virkin saman við børnunum
  • kanst smitta við gleði og eldhuga
  • trívist í einum umhvørvi, har rørsla er ein natúrligur partur av degnum

Hevur hetta tín áhuga? So hoyra vit fegin frá tær!

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo

Starvstøka skjótast gjørligt
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”stuðl”

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Líknandi størv

7. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið