Gigni
Útgivið
15. maj 2025
Útgongur
1. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum, tímar á ættleiðingarøkinum, umframt starv á integratiónsøkinum.

Møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. Í nøkrum førum ber til at tillaga størv við lágari normering soleiðis, at arbeiðast kann t.d. aðru hvørja viku. Vanliga verður viðmælt, at starvsfólk í føstum starvi hava eina normering, sum er minsta lagi 20 tímar um vikuna.

Eysturoy:

  • 24 tímar um vikuna í miðal, fast starv í Runavíkar Kommunuskúla. Setanin er frá 13. august 2025.
  • 4 tímar um vikuna í miðal, fast starv í Frískúlanum “Keldan”. Setanin er frá 13. august 2025.
    • Ynskiligt er, at sami umsøkjari kann røkja bæði skúlastørvini.
  • 8 tímar um vikuna, fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoy. Setanin er frá 18. august 2025.

Suðuroy:

  • 12 tímar um vikuna í miðal, fast starv í Tvøroyrar skúla. Setanin er frá 13. august 2025.
  • 12 tímar um vikuna í miðal, fast starv í Vágs skúla. Setanin er frá 13. august 2025.
    • Ynskiligt er, at sami umsøkjari kann røkja bæði skúlastørvini.

Integratiónsstarv: 

  • 20 tímar um vikuna í miðal, fast starv (ella 2 størv, sum eru 10 tímar um vikuna), har heilsufrøðingurin arbeiðir við uppgávum sambært integratiónslógini. Møguleiki er fyri at samanseta hetta starvið við onnur størv í Gigni.

Heilsufrøðingastarv at arbeiða við ættleiðingum

  • 4 tímar um vikuna í miðal, fast starv. Starvið fevnir m.a. um at vitja familjur við ættleiddum børnum, undirvísa starvsfólkum á stovnum og skúlum og skipa fyri tiltøkum ella samrøðubólkum fyri ættleidd ung. Starvið skal røkjast saman við øðrum starvi í Gigni. Í tíðarskeiðum, har tørvurin er minni enn normeraða tíðin, verður tíðin nýtt til aðrar uppgávur í Gigni. Setanin er frá 1. September 2025.

Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðinga starvinum.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar b rnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Sjúkrarøktarfrøðingar:
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka
upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.

Broytingar í starvinum:
Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við menningartilgongdir.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 1. juni 2025.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum: Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2  umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2026. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er týsdagin 2. September 2025 kl. 12.

Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið