Sandoyar meginskúli
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
16. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hugsjónir og dirvi at slóða fyri og lofta góðum hugskotum, og megnar tú at ganga á odda, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri í Sandoyar meginskúla.

Um starvið
Søkt verður eftir varaleiðara, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlaleiðaran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Væntað verður, at tú er opin og fyrikomandi. Er fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum og er við til áhaldandi at menna skúlan. Umráðandi er at hava góðar KT-førleikar og at viðkomandi er væl skipað/ur. Harafturat verður tað mett sum eina sjálvfylgju, at tú ert stundvís/ur, røkin og dugir væl at samskifta. Leggur dent á virðið í felagsskapinum og torir at taka neyðugar avgerðir. Umráðandi er at tú hevur gjørt tær greiðar tankar um, hví júst tú skal hava starvið.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Harumframt kann tað vera ein fyrimunur, um umsøkjari kann vísa á viðkomandi royndir.

Lýsing av skúlanum
Sandoyar meginskúli byggir á grundtættirnar Førleiki, fimi og framtíð. Aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan. Dentur verður lagdur á at menna tað heila menniskja við støði í nærumhvørvinum.

Komandi skúlaár vera tað 52 næmingar í skúlanum og 8 lærarar.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16.07.2026 kl.12.00. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í
samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo

Ein setanarbólkur viðgerð umsóknirnar og býður við støði í umsóknunum einum úrvali av umsøkjarum til samrøðu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið