Sandoyar meginskúli
Útgivið
23. juni 2026
Útgongur
16. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt fast starv, sum námsfrøðiligur stuðul (lønarbrot 0,6) til næmingar við serligum tørvi.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur námsfrøðiliga útbúgving
  • hevur góðar relatiónsførleikar, er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
  • vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
  • vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
  • er stundislig/ur og nærløgd/lagdur
  • er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. - 9. flokki

Førleikakrøv
Okkum tørvar námsfrøðiligan stuðul, ið kann átaka sær at menna og búgva næmingar. Starvið inniber at stuðla næmingum, so teir kunnu luttaka í floksundirvísingini umframt at skipa virksemi í Stillustovu saman við hinum námsfrøðiliga stuðlinum.

Lønar- og setanartreytir
Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk og/ella fólk við aðrari útbúgving verða sett í tíðaravmarkað starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16.07.2026 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo
Væntandi verða setanarsamrøður stutt eftir freistina.

Sandoyar Meginskúli hevur 53 næmingar úr 6. til 9. flokk. Í skúlanum arbeiða 17 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, húsavørðir, reingerðarfólk og heilsufrøðingur.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið