Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
25. juni 2026
Útgongur
22. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda samskipaða heildartænastuna í minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastunum til borgaran, búfólkini og í leiðsluni?

Kundi tú hugsað tær at veitt tænastu til borgarar í teirra heimi, verið um teir, tá tørvur er á røkt og umsorgan 24/7 í styttri tíðarbilum ella tá tørvur er á búplássi?

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar. Aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 frá 1. september 2026.
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 frá 1. september 2026.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6–8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.
  • Góðkenning sum heilsurøktari.
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta.
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt.
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur.
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftisevni.
  • Koyrikort.

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað.
  • Góða innleiðslu bæði inni á stovni og heima hjá borgarunum.
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar.
  • Møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot@ot.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til ot@ot.fo.

Umsóknarfreist

22. juli 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið