P/F Bátatænastan
Lýsing
Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til okkara verkstað á Álaker 20 í Tórshavn.
Arbeiðsuppgávur:
- Viðlíkahald og umvæling av bátum og motorum
- Diagnostisering av tekniskum trupulleikum
- Arbeiði við el, hydraulikki og mekanikki
- Feilfinning á motorum og elskipanum
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi royndir (t.d. sum bilmekanikari, maskinmaður ella líknandi)
- Hevur tekniskan áhuga og skil
- Arbeiðir sjálvstøðugt og er álítandi
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Løn eftir avtalu
Starvið er fulttíðarstarv og byrjar skjótast tilber. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til: Birgir Johannesen (stjóri) á 213835 Hans Kristian Djurhuus (verkstaðsformaður) á 211735