Bakkafrost
Útgivið
25. juni 2026
Útgongur
9. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri laksaaling, fiskaheilsu og djóravælferð?

Vit leita eftir einum ágrýtnum djóralækna til QESH deildina hjá Bakkafrost. Í starvinum fert tú at arbeiða við fiskaheilsu, djóravælferð, fakligari ráðgeving og menning av arbeiðsháttum, sum stuðla undir eina burðardygga og trygga framleiðslu.

Sum djóralækni hjá Bakkafrost fært tú ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag. Tú fert at fylgja heilsustøðuni hjá laksinum, ráðgeva um fyribyrgjandi átøk og tryggja, at mannagongdir og átøk verða sett í verk úti á økjunum. Starvið hevur starvsstað á Glyvrum, men møguleiki er eisini fyri at arbeiða í Skotlandi.

Starvið

Sum djóralækni hjá Bakkafrost fert tú at hava ein virknan leiklut í at tryggja og menna arbeiðið við fiskaheilsu og fiskavælferð. Tú fert at arbeiða bæði við dagligari ráðgeving, heilsueftirliti, smittufyribyrging og menning av mannagongdum og arbeiðsháttum á økinum.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • Fremja heilsueftirlit og tryggja góða djóravælferð.
  • Fylgja heilsustøðuni hjá laksinum og ráðgeva um viðkomandi átøk.
  • Arbeiða við smittufyribyrging og fyribyrgjandi heilsuarbeiði.
  • Greina og ráðgeva um viðurskifti innan fiskaheilsu og fiskavælferð.
  • Luttaka í menning og verkætlanum innan fiskaheilsu, vælferð og lívfrøði.
  • Fara út á aliøki at fylgja upp og tryggja, at mannagongdir og átøk verða sett í verk.
  • Samstarva tætt við aling, smolt, framleiðslu og aðrar viðkomandi partar í samtakinum.
  • Stuðla undir, at skrásetingar, frágreiðingar og myndugleikakrøv verða fylgd.

Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at vera nógv úti á økjunum hjá Bakkafrost kring landið. Eftir nærri avtalu kann starvið eisini hava tilknýti til virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi.

Um QESH deildina

QESH deildin hevur ábyrgd av at ráðgeva innan fiskaheilsu, fiskavælferð, góðsku/matvørutrygd, umhvørvisvernd og starvsfólkatrygd. QESH deildin samstarvar við allar deildir í Bakkafrost samtakinum og veitir fakliga ráðgeving og dygdarloysnir til samtakið.

Í QESH deildini starvast millum annað djóralæknar, lívfrøðingar, umhvørvisserfrøðingar, góðskuleiðarar og løgfrøðingur. Bakkafrost hevur eisini virksemi í Danmark, USA og Skotlandi, og tú fært tí eisini starvsfelagar í QESH deildum uttanlands.

Tín vangamynd

Vit leita eftir tær, sum hevur fakligan áhuga fyri laksaaling, fiskaheilsu og djóravælferð. Tú trívist í einum fjølbroyttum starvi, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt, í toymi og í tøttum samstarvi við starvsfelagar úti á økjunum.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Útbúgving sum løggildur djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur.
  • Áhuga fyri laksaaling, fiskaheilsu og djóravælferð.
  • Góð samstarvsevni og evni at samskifta greitt við ymiskar fakbólkar.
  • Ein skipaðan, ábyrgdarfullan og virkisfúsan arbeiðshátt.
  • Evni at arbeiða bæði við fakligari ráðgeving og praktiskari uppfylging.
  • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi.
  • Koyrikort.

Royndir innan aling, fiskaheilsu ella líknandi øki eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Tú fært eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum fakliga sterkum umhvørvi, har fiskaheilsa, djóravælferð, góðska og burðardygg framleiðsla eru týðandi partar av gerandisdegnum.

Í starvinum eru góðir møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú fært góða upplæring frá starvsfeløgum í veterinera og lívfrøðiliga toyminum, sum altíð eru klár at hjálpa og ráðgeva, um tørvur er á tí.

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu Johansen, QESH-stjóra, á telefon 23 50 20 ella við telduposti til anjo@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið her.

Umsóknarfreistin er 9. juli.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið