Faroe Ship
Útgivið
8. juli 2026
Útgongur
24. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kom í læru á Faroe Ship
Faroe Ship søkir eftir tveimum shipping-lærlingum at byrja 1. september 2026.

Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.

Lærlingarnir verða knýttir at útflutnings- og innflutningsdeildini, kundatænastuni og Faroe Express, sum er skundflutningstænastan hjá Faroe Ship.

Útflutnings- og innflutningsdeildirnar umframt Faroe Express taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.

Kundatænastan tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.

Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.

Førleikar
Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði. Umsøkjarar við prógvi av búskaparbreytini hava fyrimun.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;
  • ert forvitin av lyndi og hevur støðugt hug til, at tingini verða gjørd betur og einfaldari;
  • megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn;
  • hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja;
  • leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd;
  • trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og
  • hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum umframt góðar telduførleikar

Umsókn og setanarviðurskifti
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 549054 ella á teldupost esda@faroeship.fo

Starvsstaðið er á Eystaru Bryggju í Havn. Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Umsókn við viðkomandi skjølum skulu sendast umvegis Alfred. Sí eisini lýsing á alfred.fo.

Umsóknarfreistin er 24. juli 2026, og byrjunardagurin 1. september 2026

Um Faroe Ship
Faroe Ship varð sett á stovn í 1919, og eru vit ein av fremstu shipping- og flutningsfyritøkum í Føroyum.

Vit hava deildir í Klaksvík, á Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er.

Um 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship.

Faroe Ship er partur av altjóða flutningsfyritøkuni Eimskip, og vit eru sostatt partur av eini flutningsneti við uml. 60 deildum í á leið 20 londum, umframt at vit eru einaumboð fyri MAERSK í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið