Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
8. juli 2026
Útgongur
22. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tveir námsfrøðingar afturat í okkara góða starvsfólkahóp.

Um Blákolluna

Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustovu við 10 børnum.

Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfeløgum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.

Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.

Vit bjóða tær:

  • Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Fakligar og persónligar avbjóðingar
  • Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
  • Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
  • Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum og trivnaðarfremjandi átøkum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Hevur ein savnandi hugburð
  • Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • Sær møguleikar fram um forðingar
  • Vil vera við til at mynda stovnin framyvir

Setanarviðurskifti

Talan er um tvey størv, á 30–35 tímar at byrja 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á. Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 22. juli 2026. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna.

Um so er, at ikki øll størvini verða mannaði við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.

Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara, á tlf. 23 88 95.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið