Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við spennandi tekniskum avbjóðingum innan skipasmíð, umvælingar og aðrar maritimar verkætlanir? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av Tekni- og Verkætlanarstovuni hjá MEST.
Um starvið
Vit leita eftir einum verkfrøðingi til Teknistovuna hjá MEST. Starvið fevnir um fjølbroyttar verkfrøðiligar uppgávur í sambandi við verkætlanir hjá MEST, har tú verður ein týðandi partur av at menna og fremja tekniskar loysnir.
Høvuðsuppgávan fevnir millum annað um at:
- støðuleikaútrokningar av skipum við uppháling ella inndokking av skipum
- gera støðuleika bøkur
- gera lættvektútrokningar og hallroyndir
- meta um ávirkan av støðuleika við umbyggingum av skipum
- samskifta við avvarandi myndugleikar
Aðrar uppgávur:
- gera verkfrøðiligar útrokningar og tekniskar metingar í sambandi við verkætlanir
- luttaka í verkætlanartoymum saman við øðrum fakfólki
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum verkfrøðingur
- hevur kunnleika til støðuleika
- hevur kunnleika til skip og skipsútbúnað
- hevur góðar tekniskar førleikar og dugir at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
- trívist við at arbeiða í toymi og hevur góð samstarvsevni
- dugir væl at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Royndir innan maritima vinnu, skipasmíð ella stálsmíði eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða
- eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum av fremstu maritimu fyritøkunum í Føroyum
- fakligar avbjóðingar og góðar møguleikar fyri menning
- gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- løn sambært sáttmálanum hjá AKF.
Nakað fyri teg?
Starvið verður sett skjótast tilber.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á Tekni- og Verkætlanarstovuni, Sunvard Joensen á tel. 791230 ella sunvard.joensen@mest.fo
Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.