Nánd-Heimatænastan
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
25. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir heilsurøktara til Vesturstovu.

Á Vesturstovu eru 17 sambýlispláss, harav nøkur eru stutttíðarpláss. Felagskøkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fýra dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, eygleiða og boða frá broytingum. Eisini tryggjar tú heilivágsgeving og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting.

Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú fært síðumansupplæring og regluliga undirvísing saman við starvsfeløgunum.

Talan er um

  • Fast starv frá 1. november 2026 ella eftir avtalu.
  • Fulla tíð ella eftir avtalu í skiftandi vaktum, tó mest dagvaktir. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við teimum
  • skilir og ger teg forstáiligan á føroyskum ella øðrum norðurlendskum máli

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Onnur útbúgving

Um eingin heilsurøktari søkir starvið, kann umsøkjari við aðrari viðkomandi útbúgving, til dømis heilsuhjálpari, verða settur í tíðaravmarkað starv.

Starvssetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, á tlf. 730232 ella telduposti elsebeth@eystur.fo.

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV skal sendast til elsebeth@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. september 2026 kl. 12.00.

Les meira um Nánd á www.nand.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið