Lýsing
Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda samskipaða heildartænastuna í minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastunum til borgaran, búfólkini og í leiðsluni?
Kundi tú hugsa tær at fingið royndir innan eldraøkið í einum farloyvisstarvi fyri starvsfólk, ið er farið undir útbúgving til heilsuhjálpara?
Til røktarheimið Skerið verður søkt eftir:
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 frá 1. oktobur 2026.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi 7–8 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Førleikar
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki, bæði á stovni og í heiminum hjá tí einstaka.
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt.
- Fleksibul/-il og virkisfús/-ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur.
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftisevni.
- Prógv sum heilsuhjálpari er ein fyrimunur.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða arbeiðsuppgávurnar tillagaðar.
Vit bjóða
- Ein fakliga spennandi og mennandi starvsstað.
- Góða innleiðslu bæði á stovni og heima hjá borgarunum.
- Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar.
- Møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni.
Økistænastan í Sandoyar sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað merkir, at starvsfólkini arbeiða bæði á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi borgarar. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða og samskipaða heildartænastu.
Økistænastan veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar. Harumframt eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita við at venda sær til Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðara, á telefon 793602 ella teldupost ot@ot.fo.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til ot@ot.fo.
Umsóknarfreist
28. september 2026.