Roðin økistænastan
Útgivið
27. august 2026
Útgongur
10. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Talan er um:

  • Eitt farloyvisstarv á 26 tímar í miðal um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagvaktum. Starvið er til setan frá 1. okt 2026 ella eftir nærri avtalu til 1. mars 2027.

Um starvið

Heimasjúkrarøktin fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima.

Tú verður partur av einum fjørbroyttum og tvørfakligum toymi, har samstarv og faklig menning eru í miðdeplinum.

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú:

  • Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastøði

Tað kann vera ein fyrimunur um tú:

  • Hevur royndir frá kliniskari sjúkrarøkt ella heimasjúkrarøkt
  • Hevur eftirútbúgving ella skeið innan t.d. gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi

Persónligir førleikar

Vit leggja dent á, at tú:

  • Hevur góð samstarvsevni
  • Trívist í tvørfakligum samstarvi
  • Ert arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi og sjálvstøðug/ur
  • Hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt og skapa tryggleika hjá borgaranum

Vit bjóða tær

  • Ein spennandi og mennandi arbeiðsdag
  • Møguleika at hava ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
  • Fjølbroyttar avbjóðingar og møguleika at seta tín dám á arbeiðið

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni.

Telefon: 793304
Teldupostur: anjah@rodin.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: rodin@rodin.fo

Viðmerk umsóknina “Heimatænastan”

Umsóknarfreistin er 10. sep 2026.

Líknandi størv

Dygdarmennari til Dagstovnaøkið   Faroe Islands nýtt
27. august 2026
27. august 2026
Handilslærlingur til Maria Poulsen   Faroe Islands nýtt
27. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið