Lýsing
HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á enn fleiri goymslufólkum, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.
Starvið sum goymslufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða goymslufólkið, kennir týdningin av at verða bindilið millum sølufólkini og kundan. Uttan dugnalig og álítandi goymslufólk ber ikki til hjá okkum at halda áfram at verða fremst hvs veitari í Føroyum.
Vit síggja fyri okkum at rættið umsøkjarin er ein sum skilur týdningin av góðari kundarøkt. Tú má megna at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt. At tú hevur royndir innan hvs ella Navision, er sjálvsagt ein fyrimunur. Eisini er gott um tú hevur loyvi at koyra stóran lastbil og truk, men tað er ikki eitt krav.
Afturfyri so bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.
Tað rættað goymslufólkið, fær eina løn og setunartreytir, sum svara til førleikarnar.
Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Kjartan á Dul á tlf 712000 fyri at hoyra nærri um størvini.
Starvi verður sett so skjótt tann rætti søkjur og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo
Um Mariu
Poulsen Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Okkara royndir tey seinastu 175 árini, hava gjørt okkum til tann størsta hvs veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirrúmmøblar. Tað starvast 40 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á Hálsi.