Lýsing
Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja sum skjótast. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna.
Um starvið
Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Vit leita eftir einum starvsfólki fulla tíð, umframt avloysarum til vikuskifti og feriur. Tínar høvuðsuppgávur fevna um vanliga kundatænastu, og eisini skalt tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran og halda kafeina reina og ruddiliga.
Kafein er partur virkseminum hjá P/F Duty Free.
Vit vænta, at tú...
- Ert fyrikomandi og gongur høgt upp í kundatænastu
- Ert sera røkin og hevur sera gott reinføri
- Kanst samstarva við onnur, men trívist eisini við at arbeiða sjálvstøðugt
- Ert álítandi og tekur ábyrgd
Setanartreytir
Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv) og møguligum viðmælum við at trýsta her.
Eisini ber til at senda umsókn við lívsrensli (CV) við telduposti til starv@dutyfreefae.fo í seinasta lagi 10. septembur 2026.
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Khate Zachariassen, kafeleiðara, á tlf. 790048 ella telduposti starv@dutyfreefae.fo.
GG: Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan.