Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
31. august 2026
Útgongur
25. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvisstarv frá 1. november 2026 til 30. september 2027 á brøki 0,75 svarandi til 30 tímar/vikuna.

Talan er um eitt samskipað starv sum visitator og fyribyrgjandi vitjan til fólk 75 ár og eldri og fólk, ið hava demenssjúku. Starvið inniber at tryggja, at borgarar, ið venda sær til Økistænastuna um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan. At veita fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri við atliti til at stimbra heilsuna og virkisførleikar í framtíðini. At veita eina ráðgevandi, vegleiðandi, uppfylgjandi og samskipandi tænastu til fólk, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi.

Í Økistænastuni í Sandoyar sýslu eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stuttíðarplássum. Heima- og sjúkrarøkt verður veitt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, umframt at Økistænastan veitir fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri. Økistænastan í Sandoyar sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • Hevur góðan telduførleika
  • Hevur koyrikort

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
  • góða innleiðslu og upplæring

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Mohr Olsen, stjóra, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 25. september 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið