Lýsing
Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald eru í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.
Vit leita eftir einum royndum og ágrýtnum kokki til Norrönu. Hevur tú ein brennandi áhuga fyri matgerð og ynskir at arbeiða í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, so er hetta starvið júst nakað fyri teg!
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, har tú gerst partur av einum dugnaligum og ágrýtnum toymi. Talan er um fulltíðarstarv við einari 4-4 skiftisskipan, fýra vikur umborð og fýra vikur heima við løn.
Umborð á Norrönu hava vit fleiri ymisk matarstøð. Arbeiðið fevnir um matgerð til Skansagarð Buffet, Nóatún Cafeteria, umframt á la carte matstovuna, Munkastova. Vit leggja stóran dent á góðsku, samstarv og at geva gestunum eina framúrskarandi mataruppliving.
Tín vangamynd
- Tú ert útbúgvin kokkur og dugir títt handverk
- Tú ert væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini tá nógv er at gera
- Tú ert álítandi og fert til arbeiðis við einum jaligum hugburði
- Tú heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin
- Tú dugir at samskifta á enskum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Umsóknarfreist
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Freistin at søkja er 1. oktobur 2026.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við køksleiðararnar, Helga J. Bláskor og Jean Alex Midjord umvegis teldupost cm@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Glyvursnes og Skipanes og rekur farmaskipið Lakeway Express. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn umframt eitt nýtt farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line-samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.