Kringvarp Føroya
Útgivið
8. september 2026
Útgongur
23. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum reingerðarfólki til eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.

Starvið
Uppgávurnar eru at halda bygningin reinan og ruddiligan innandura. Hølini eru ymisk og fevna m.a. um útvarps- og sjónvarpsstovur, upptøku- og redaktiónshøli, skrivstovur og gongir. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við húsavørðin, og arbeiðstíðin er partvís uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við reingerðararbeiði
  • vísir nærlagni í tínum arbeiði
  • hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 31. juli 2027. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn og freist
Send umsókn og viðkomandi skjøl í teldubrævi til: umsokn@kvf.fo. Freistin er mikudagin 23. september 2026.

Fleiri upplýsingar
Um tú vilt vita um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Kjelnæs, húsavørð, tlf. 296605 ella teldupost: thomas@kvf.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið