Lýsing
Vága kommuna søkir eftir einum einum arbeiðsfólki til vegadeildina og tekniska økið hjá kommununi. Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um lendis- og leiðingsarbeiði, viðlíkahald av vegum o.l., umframt annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi.
Hevur tú koyrikort til bólk C og førleikar at koyra stórar maskinur, er tað ein fyrimunur. Tú kanst tá eisini gerast partur av kavaruddingartoyminum. Møguleiki er fyri upplæring sum maskinførari.
Vit vænta, at tú
- ert røkin, álítandi og arbeiðssom/-samur
- hevur góð samstarvsevni
- dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert sinnað/ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, tá ið tað er neyðugt
Vit bjóða tær
- góð og skipað arbeiðsviðurskifti
- nútímans amboð og útgerð
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- møguleika fyri upplæring og menning
Løn og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya arbeiðarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna, og tann, sum verður settur, má tola broytingar í arbeiðsuppgávunum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á her. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. september 2026. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Jacobsen, á telefon 79 44 05.
Sí lýsing her