Vága Kommuna
Útgivið
8. september 2026
Útgongur
22. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vága kommuna søkir eftir húsavørði til húsavarðartænastuna. Talan er um eitt fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Sum húsavørður kemur tú at hava fjøltáttaðar uppgávur í sambandi við rakstur og viðlíkahald av ognum hjá Vága kommunu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • umsjón og dagligan rakstur av kommunalum bygningum
  • viðlíkahald og smærri ábøtur
  • røkt av økjunum kring bygningarnar
  • eftirlit við bygningum og tekniskum skipanum
  • samstarv við starvsfólk, veitarar og onnur, sum nýta bygningarnar

Tá tørvur er á tí, kann húsavørðurin eisini verða biðin um at hjálpa til við øðrum uppgávum á tekniska økinum hjá kommununi.

Vit vænta, at tú

  • ert handverkari ella hevur viðkomandi praktiskar royndir og gott handalag
  • ert røkin og vælskipað/ur í arbeiðinum
  • dugir sjálv/ur at síggja, hvar ábøtur krevjast, og tekur stig til at fáa arbeiðið gjørt
  • dugir at loysa trupulleikar og arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva við starvsfólk, borgarar og onnur
  • ert sinnað/ur at átaka tær ymiskar uppgávur, tá tørvur er á tí

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast til ber. Húsavørðurin verður partur av húsavarðartænastuni, sum er skipað undir Teknisku deild.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu broytast í samsvari við tørvin hjá kommununi.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta á her. Umsóknin skal vera Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. september 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Jacobsen, tekniskan leiðara, á telefon 794405.

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið