Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
24. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir eftir samskipara til Stjórnarskrivstovuna at arbeiða við ferðavinnu, vinnumenning, tvørgangandi verkætlanum, tiltøkum og móttøkum.

Hjá samskiparanum á Stjórnarskrivstovuni verða høvuðsuppgávurnar m.a. at:

  • fyrireika mál til vinnunevndina
  • samskipa mál í mun til ferðavinnu í Tórshavnar kommunu
  • ráðgeva og fyrireika mál hjá borgarstjóranum í altjóða og millumtjóða samstørvum
  • vera við til at fyriskipa tiltøk í kommununi, umframt ráðstevnur og móttøkur m.a. saman við Visit Tórshavn og Hugskotinum
  • at umsita ymsar stuðulsjáttanir, m.a. filmsstuðulin, stuðul til vinnuferðavinnu, millumtjóða mentanarligt samstarv og mentanartiltøk í Tórshavnar kommunu
  • saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands menna vinnuferðavinnu í Tórshavnar kommunu
  • samskifti við Hugskotið í mun til at menna og stimbra íverksetan í Tórshavnar kommunu
  • samskiftisuppgávur bæði á føroyskum og enskum
  • luttaka í verkætlanum og menningaruppgávum eftir tørvi og annars luttaka dagliga í arbeiðinum á Stjórnarskrivstovuni

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145065

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið