Lýsing
Hotel Vágar søkir eftir einum fyrikomandi, ábyrgdarfullum og nærløgdum starvsfólki til reingerðartoymi á hotellinum.
Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.
Royndir úr hotellvinnuni er ein fyrimunur.
Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotel hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg.
Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotel, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki og at syrgja fyri at reingerðin á hotellinum er í hásæti.
Sum reingerðarfólk á hotellinum, er tað tín uppgáva at gera kømurini rein og innbjóðandi. Eisini fevnir arbeiði seg um reingerð av felagsøkjum og starvsfólkaøkjum, við meria.
Vit vænta at tú
- Ert smílandi, tekur ábyrgd, ert røkin, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
- Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
- Dámar væl at arbeiða fyrrapartar, vikuskiftir og í ferium, við skiftandi uppgávum
- Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið
Setan
Starvið er gerandisdagar og vikuskiftir, fyrrapartar.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 4. desembur 2026. Samrøður verða stutt eftir freist.
Byrjanardagur er 12. desembur 2026 ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.
Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.