Stjóri til Sjónám
Útgivið
8. oktober 2026
Útgongur
30. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið sum stjóri á Sjónámi er leyst at søkja. Stjórin skal kenna og hava áhuga í maritima útbúgvingarøkinum og skal hava førleikar at menna og føra Sjónám inn í framtíðina.

Stjórin hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum á skúlanum og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum. Ætlanin er at økja um samstarvið millum maritimu skúlarnar í Føroyum, og nýggi stjórin kemur at viðvirka í einari tilgongd, har størri samstarv um útbúgvingar, skeið o.a. verður millum skúlarnar.

Lýsingin sæst her.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið