Lýsing
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir leiðara at standa á odda fyri Nánd, sum er Heimatænastan fyri eldri borgarar í kommununum.
Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til eldri borgarar.
Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv, har tú fært ábyrgdina av rakstrinum og menningini av Nánd og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kommununum. Tú kemur at vísa beinleiðis til stýrið fyri Nánd, sum hevur evstu ábyrgdina av eldraøkinum. Umsitingin í Nánd er skipað saman við umsitingini hjá Eysturkommunu, og Nánd brúkar umsitingarligu amboðini hjá kommununi.
Stýrið leggur dent á, at tú ert ein persónur sum dugir at leiða, og at fáa starvsfólkini við tær, samstundis sum tú ert stuðlandi fyri leiðarar og starvsfólk í Nánd. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú dugir og torir at taka neyðugar avgerðir, og at tú leggur dent á at fáa sum mest burturúr innan karmarmar.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at:
- tryggja, at Nánd kann veita best møguligar tænastur til eldri borgarar í kommununum, innan teir karmar sum til eina og hvørja tíð er tøkir til endamálið
- tryggja at Nánd hevur eina fullgóða fíggjarstýring
- menna tænasturnar til eldri borgarar í kommununum soleiðis at hesar kunnu vera í fremstu røð
- menna Nánd sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit
- tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar er skipað so skilagott, sum til ber
- veita stýrinum professionella og fakliga ráðgeving innan eldraøkið
- vera skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Nánd
- fremja skilagott samstarv og samskifti við borgarar, politikarar, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir
- hevur viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Nánd sum heild
- hevur royndir og evni at leiða saman við øðrum og gjøgnum onnur
- hevur gott skil fyri fíggjarstýring og góðar umsitingarligar førleikar
- hevur gott skil fyri KT og ert sinnað/ur at taka við nýggjari vitan innan KT
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
- ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
- hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við borgarar, politikarar, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
- dugir og torir at at taka neyðugar avgerðir
- ert jalig/ur og siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Leiðarasáttmáli verður gjørdur og møguleiki er fyri áramálssetan. Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella skjótast tilber.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
og sendast við telduposti til: permartin@eystur.fo
Umsóknin skal verða Nánd í hendi í seinasta lagi leygardagin 31. oktober 2026.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Per Martin Gregersen, stýrisformann, á tlf.: 730017. Víst verður eisini til heimasíðuna www.nand.fo, har upplýsingar um tænastur o.a. hjá Nánd eru at finna.
Um Nánd
Stýrið fyri Nánd er sett saman av 3 kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2 kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kommunu. Í Nánd eru eldrasambýlini Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vesturstova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið í Fuglafirði og heimatænastan við venjingarhølum, sum er á Miðstøðini í Leirvík. Á Vesturstovu er stovnskøkur, sum ger mat til tey trý sambýlini og dagtilhaldið, umframt døgurðar til heimabúgvandi borgarar. Í Nánd eru á leið 100 ársverk. Tað eru sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar, dygdarmennari, tørvsmetar, sum eisini gera fyribyrgjandi heimavitjanir, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, reingerðarfólk, køksstarvsfólk, umframt bilførarar.