Stimbra starvslýsing
Røkk eisini fólki, sum ikki leita eftir starvi júst nú
Rætta starvsfólkið leitar kanska ikki eftir nýggjum starvi júst nú. Men ein spennandi møguleiki kann broyta tað.
Við Starvsportal fáa tit meira enn eina starvslýsing. Vit hjálpa tykkum at røkka røttu fólkunum – bæði teimum, sum aktivt leita, og teimum, sum kunnu fáa áhuga fyri nýggjum avbjóðingum.
Hetta fært tú
- Serpláss á Starvsportal
- Málrættað marknaðarføring á sosialum miðlum
- Sjónligheit í viðkomandi vevleitingum
Stimbrað starvið
Við Starvsportal fáa tit meira enn eina starvslýsing. Vit hjálpa tykkum at røkka røttu fólkunum – bæði teimum, sum aktivt leita, og teimum, sum kunnu fáa áhuga fyri nýggjum avbjóðingum.
Sí samlaða prísin, áðrenn tú rindar.
Sjónligari og betri møguleikar
Serpláss á starvstorginum
Við einum serplássi á Starvsportal verður tykkara starv betri sjónligt millum fólk, sum longu leita eftir nýggjum avbjóðingum.
Røkk út um starvstorgið
Bestu umsøkjararnir leita ikki altíð aktivt. Við málrættaðari marknaðarføring kunnu tit eisini røkka fólki, sum eru í starvi, men kunnu freistast av einum nýggjum møguleika.
Ger áhuga til handling
Tá rætta fólkið fær eyga á starvið, skal tað vera lætt at taka næsta stig. Vit leiða áhugað víðari til tykkara starvslýsing, har tey kunnu lesa meira og søkja starvið.
Frá fyrstu eygnabrá til veruligan áhuga
Ein starvslýsing skal ikki bara síggjast. Hon skal vekja forvitni og geva fólki hug at vita meira.
Við at sameina sjónligheit á Starvsportal og marknaðarføring á øðrum miðlum kunnu tit røkka breiðari, skapa áhuga og fáa fleiri møgulig starvsfólk at kenna tykkara arbeiðspláss.
- Yvir 100.000 vísingar
- Upp til 20.000 einstakir brúkarar
- Upp til 7.000 trýst á „Les meira“
- Upp til 2.400 lesa lýsingina
Kom lætt og skjótt í gongd
- Lýs starvið – skriva um starvið og vel, hvussu leingi tað skal vera sjónligt.
- Vel tykkara loysn – vel lýsingarpakkan, sum hóskar til tykkara tørv.
- Send inn og gjald – sí samlaða prísin við MVG og gjald fyri valdu tænastuna.
Spurningar og svar
Hvat er munurin á Stimbra og einari vanligari lýsing?
Báðar síggjast í vanligu starvsleitingini. Stimbra gevur eisini framrøkt pláss og marknaðarføring uttan fyri starvstorgið.
Hvussu verður prísurin roknaður?
Prísurin er fyri hvønn dag í valda tíðarskeiðinum. Tú sært samlaða prísin við MVG, áðrenn tú rindar.
Hvar verður lýsingin víst?
Hon verður framhevað á Starvsportal. Marknaðarføringin kann fevna um Google, Facebook og Instagram, alt eftir átakinum.
Kunnu tit røkka fólki, sum ikki leita eftir starvi?
Ja, marknaðarføring uttan fyri starvstorgið kann gera starvið sjónligt fyri fólki, sum ikki sjálv leita eftir tí.
Tryggjar Stimbra eitt ávíst tal av umsóknum?
Nei. Úrslitið veldst millum annað um starvið, lýsingina og áhugan hjá málbólkinum.
Hvussu bíleggi eg?
Trýst á Vel Stimbra, fyll út frymilin og sí uppskotið. Vátta tíðarskeið og prís í síðsta stigi.
