PAM Offshore Service
Útgivið
14. september 2026
Útgongur
4. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Skrivstovan hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at dagliga virksemið gongur væl, og at starvsfólk og kundar fáa góða og professionella tænastu.

Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum starvsfólki til skrivstovutoymi okkara í Tórshavn at byrja 1. desember 2026. Tú verður við til at samskipa og loysa tær mongu uppgávurnar, sum hoyra einum virknum og fjølbroyttum arbeiðsdegi til.

Starvið

Tínar arbeiðsuppgávur fevna millum annað um:

  • samskipan av ferðum hjá starvsfólkum
  • samskifti við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar
  • skráseting og viðlíkahald av upplýsingum og dátum
  • aðrar fyrisitingarligar og praktiskar skrivstovuuppgávur

Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har dagarnir ikki altíð eru eins, og har tað er umráðandi at duga at raðfesta og varðveita yvirlitið, eisini tá fleiri uppgávur skulu loysast samstundis.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi, skipað/-ur og ábyrgdarfull/-ur. Tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu.

Tú leggur dent á góða tænastu og hevur tað gott við at hava samband við bæði starvsfólk og kundar. Samstundis arbeiðir tú sjálvstøðugt og miðvíst og tryggjar, at avtalur og uppgávur verða fylgdar upp og avgreiddar rættstundis.

Vit vænta harumframt, at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og skandinaviskum máli, bæði í skrift og talu
  • hevur góðar KT-førleikar
  • hevur gott yvirlit og dugir at skipa og raðfesta uppgávur
  • ert tænastusinnað/-ur og trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum virknum felagi við nógvum samskifti bæði innan- og uttanhýsis. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv, ábyrgd og góð tænasta eru ein týðandi partur av gerandisdegnum.

Starvsstaðurin er í Tórshavn. Løn og setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.

Áhugað/-ur?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju Jacobsen, dagligan leiðara, á tlf. 79 11 39 ella teldupost aj@pam.fo.

Umsóknarfreist

4. oktober 2026.

Søk starvið her:
https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/116

Um PAM Offshore Service P/F

PAM Offshore Service P/F er eitt dótturfelag hjá MEST P/F. Felagið varð stovnað í 1998 við endamáli at veita fakfólk til olju- og offshorevinnuna.

Í dag hava vit yvir 100 dugnalig starvsfólk í Noregi, sum veita tænastur til stórar fyritøkur í vinnuni. Vit leggja stóran dent á góða tænastu og stremba eftir at skapa sterk og álítandi sambond við kundar okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið