Almannaverkið
Lýsing
Á deildini Børn og ung, ið hoyrir undir eindina Børn og ung í Almannaverkinum, eru tvey størv sum sosialráðgevi leyst at søkja.
Um størvini
- Eitt starv 39 tímar um vikuna at seta 01.10.2026 ella eftir nærri avtalu
- Eitt starv 39 tímar um vikuna at seta 01.11.2026 ella eftir nærri avtalu
Arbeiðsstaðurin er í Havn ella í Klaksvík, men er tað ein fyrimunur, um tú hevur møguleika at hava starvsstað í Klaksvík. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.