P/F Poul Michelsen
Útgivið
18. september 2026
Útgongur
9. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við koyrikorti til kategori C til fulltíðarstarv.

Starvið fevnir um koyring, flutning og handfaring av vørum um alt Føroyar. Tú verður partur av okkara toymi og hevur ábyrgd av, at arbeiðið verður gjørt trygt og professionelt.

Vit vænta, at tú:

  • hevur koyrikort til kategori C (krav)
  • trívist væl við at møta tíðliga til arbeiðis
  • ert álítandi, røkin og tænastusinnað/-ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • hevur royndir innan flutning, tó er hetta ikki eitt krav

Vit bjóða:

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
  • løn sambært avtalu og royndum
  • ein arbeiðsstað, har trivnaður og gott samstarv verða høgt raðfest

Kunning

Send umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, goymslu- og flutningsleiðara, á tlf. 764684.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið