Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
18. september 2026
Útgongur
8. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir einum adjunkti í námsfrøðiligari heimspeki at seta frá 1. januar 2027.

Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 4 ár við møguleika fyri at framflytast til lektara.

Um starvið

Starvið fevnir bæði um undirvísing og gransking. Í starvinum verður tú partur av einum granskingarumhvørvi í menning, har tú arbeiðir við námsvísindaligari heimspeki í altjóða og føroyskum høpi. Dentur verður lagdur á at menna og framtíðartryggja granskingarorkuna á økinum.

Haraftrat skalt tú kunna undirvísa í skeiðunum "Lívsáskoðan og siðalæra" og "Vísindaástøði", umframt at vegleiða lesandi bæði í sambandi við B.Ed.- og MA.-ritgerðir.

Eisini verður tann, ið settur verður, knýttur at Barna- og ungdómsgranskingardeplinum, sum er staðsettur á Námsvísindadeildini.

Ein týðandi liður í starvinum er at menna og miðla granskingarúrslit, bæði til fakfólk og til samfelagið í breiðari merking. Við starvinum verður tú við til at styrkja og menna granskingarvirksemið á Námsvísindadeildini og skapa varandi virði á námsvísindaliga økinum í Føroyum.

Førleikakrøv

Umsøkjarin verður mettur eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini, eins og evnunum at arbeiða sjálvstøðugt og granskingargrundað.

  • Ph.d.-útbúgving í viðkomandi fakøki.
  • Førleikar innan námsvísindaliga gransking.
  • Góðir undirvísingarførleikar.
  • Royndir við at skriva og umsita granskingarverkætlanir.
  • Góð evni at miðla vísindaliga vitan til ymiskar málbólkar.
  • Duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Hava góðan førleika í føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu.

Umsókn

Umsóknin skal innihalda:

  • Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða).
  • CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum.
  • Møguliga útgivnar greinar (í mesta lagi fimm).

Setanartreytir

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Tað er ein treyt, at viðkomandi, sum verður settur í starv, kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kalpanu Vijayavarathan-R, dekan á Námsvísindadeildini.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. oktober 2026.

Søk starvið her

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið – er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil.

Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum.

Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

31. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið