Almannaverkið
Útgivið
14. september 2026
Útgongur
24. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Dugir tú at síggja møguleikar, taka stig og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag saman við einum borgara, sum hevur tørv á tryggum og støðugum karmum? So ert tú kanska tann, vit leita eftir.

Almannaverkið søkir eldhugað og ábyrgdarfull starvsfólk til Sambýlið í Ovarugøtu í Tórshavn. Talan er um eina sernámsfrøðiliga uppgávu, har endamálið er at skapa ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag við støði í tørvinum, førleikunum og møguleikunum hjá borgaranum.

Um størvini:

  • Eitt fast starv 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Møguleiki er at tillaga tímatalið eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum alt samdøgrið allar dagar í árinum.
  • Starv sum avloysari at arbeiða í sambandi við tiltøk og fráveru orsakað av feriu, sjúku o.ø. Byrjað verður eftir avtalu.

Avloysarastarv er væl egnað til tín, sum ert undir útbúgving og ynskir at nema tær royndir og kunnleika innan sernámsfrøði.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144951&DepartmentId=19323&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið