Lýsing
Forskúlin Brúgvin hevur tørv á einum námsfrøðiligum stuðli, at byrja 1. oktobur og endar 30. juni 2027. Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingi í gerandisdegnum.
Starvið hevur lønarbrot 0,5.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
- áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
- dugir væl at samstarva og samskifta
- er fús/rr og hugað/ur fyri toymisarbeiði
- tolir tillagingar í starvinum
- hevur ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er forskúlin Brúgvin, sum er staðsettur í Glyvra skúla. Forskúlin er undir Runavíkar kommunuskúla.
Námsfrøðiliga starvið verður lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 13-24 og hjálparfólk í 2-8.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. septembur 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Jóhan T. Lervig, varaskúlastjóra, á tlf. 237133.
Runavíkar kommunuskúli hevur 530 næmingar og 70 starvsfólk. Les meira á www.rks.fo.