Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
10. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir avloysarum sum atstøðingar til Sjúkraflutningstænastuna í tíðarskeiðnum 1. september 2026 til 31. august 2027.

Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum.

Hevur tú grundskeið eftir 2017 sum atstøðingur, kann tú byrja í starvinum beinavegin. Um tú ikki hevur grundskeið sum atstøðingur eftir 2017, skal tú gjøgnum eitt grundskeið á 6 vikur á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsstaðið verður ávíkavist á støð 10 á Landssjúkrahúsinum, støð 30 í Vágum og støð 40 á Lambareiði.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur av Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað.

Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan arbeiðir undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Á deildini starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin er mannaður alt samdøgrið.

Tann, ið verður settur sum avloysari, og sum ikki er útbúgvin ambulansuatstøðingur, fær grundskeið og upplæring, áðrenn virkast kann sum atstøðingur í sjúkrabilinum. Viðkomandi fær vegleiðing frá einum viðgera og møguleika fyri øðrum neyðugum grundskeiðum.

Vit vænta, at tú

  • Ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur virðiliga framferð bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • Hevur góðar sosialar og menniskjaligar eginleikar
  • Sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • Hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • Ert fús/ur til at laga teg til nýggjar arbeiðshættir
  • Virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum

Dentur verður lagdur á

  • At tú ert fylt/ur 21 ár
  • Minimum 9. floks prógv – miðnámsútbúgving kann vera ein fyrimunur
  • Koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • Koyrikort til bólk C ella D kann vera ein fyrimunur
  • Menniskjaligar eginleikar
  • Evni at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • Reina revsiváttan
  • 1. hjálparprógv
  • Góða heilsu og fysikk
  • Sjón, ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • Evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • Telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv
  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 6 vikur.

Um tú ert nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu er partur av setanartilgongdini.

Leinkja til fysiska royndina:
Trýst her.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 10.07.2026.

Vinarliga søk starvið
her.

Løn- og setanartreytir

Eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira at vita

Nærri fæst at vita við at venda sær til Louis Hansen, deildarleiðara, tlf. 234601 ella teldupost:
louha@ls.fo.

Her
kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið