P/F ArtiCon
Útgivið
10. maj 2023
Útgongur
28. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna vaksandi virksemi sóknast vit eftir byggileiðarum at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki

Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu herundir:

  • Samskipan og leiðsla av verkætlanum
  • Samskifti við veitarar og ráðgevar
  • Góðskutrygging av arbeiðum
  • Stýring av fíggjar- og tíðarætlan
  • Ger av arbeiðsvegleiðingum

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst
  • Nærløgd/nærlagdur
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult

Fakligir førleikar

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði og/ella byggitøkni. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki
  • Góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er ein fyrimunur
  • Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
  • Tú gerst partur av einum góðum toymi við verkætlanarleiðarum, teknikarum og formonnum
  • Eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjøllbroytni bæði í aldri, kyni og mentan

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara innan bygging, tlf. 226117

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2023. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið